Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.02.2019 (09:52)

Fær klipp í koyrikortið fyri at vera gáloysin

Ein bilførari fekk eitt klipp í koyrikortið í gjár tí at hann ansaði ov illa eftir. Ein bilur, sum var á veg eftir landsveginum í Kollafjarðardali, skuldi snara til vinstru, men fekk ikki snara alt fyri eitt fyri mótgangandi ferðslu og tí mátti hann steðga á.

 

Men tað varnaðist einbilførari, sum kom aftan á honum, ikki, og rendi upp í reyvina á honum. Skaðin var lítil, men bilførarin, sum rendi á, fær eitt klipp í koyrikortið fyri at hava verið so gáloysin, at hann ikki ansaði eftir, at bilurin framman fyri var steðgaður.

 

Løgreglan sigur, at hetta er annað vikuskiftið á rað, at eitt slíkt óhapp hendur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her