fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Tað eru strangar treytir fyri at flúgva við dronu, og verða tær ikki hildnar, kann bótin verða stór

Áki Bertholdsen 11.10.2017 (10:57)

Fær stóra bót fyri at flúgva við dronu í Havn

Í gjár tók løgreglan ein mann, sum fleyg við dronu í Havn, uttan at hava fingið loyvi til tað, og uttan at halda seg til tær treytir, sum annars eru.

 

Løgreglan sigur, at talan var um handilsliga flúgving, tí tað var ein, ið var biðin um at taka myndir, sum skuldi brúkast til vinnuligt endamál.

 

Men dronuførarin hevði ikki loyvi frá Trafikstyrelsen til at føra dronu. Tað eru eisini avmarkingar fyri, hvar tað er loyvt at flúgva við dronu, eitt nú, eru strangar treytir fyri at flúgva í bygdum øki, yvir mannamúgvum, við høvuðsvegir, flogvallir, og aðrastaðni.

 

Av tí, at dronuførarin ikki hevði neyðugu loyvini, fær hann nú eina bót. Og tað er ein bót, sum svíður, tí hon liggur onkustaðni ímillum 3000 krónur og 5000 krónur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her