Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2017 (15:36)

Færri og færri føroyingar roykja

Tað eru alsamt færri føroyingar sum roykja.

Tað vísir ein nýggj kanning, Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið

 

Kanningin vísir, at 22 prosent av føroyingum roykja dagliga og tað er nakað minni enn í fjør, tá ið 28 prosent upplýstu, at tey royktu dagliga.

 

Tað er at kalla ongin munur á monnum og kvinnum á hesum øki. Men kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum vísa, at frá 2003 til 2007 fall talið á roykjarum munandi, úr góðum 35 prosentum í 2003, niður í gott 20 prosent í 2007 – og har hevur tað meiri ella minni ligið síðani.

 

Tey flestu, sum roykja eru í aldursbólkinum 25-39 ár, men tað eru eisini 15 prosent av teimum blaðungu ímillum 15 og 18 ár, sum roykja hvønn dag.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her