Fái eg ikki svar so fari eg av listanum

Boðini frá Kristin Michelsen til hini valevnini á javnðarlistanum á Tvøroyri vóru greið:

 

– Eg vil gjarna hava svart upp á hvítt frá øllum valevnunum, at fyrst valdi fær møguleikan at vera borgmeistari, óansæð um tað er Per og Poul. Annars taki eg meg av listanum.

 

Í fráboðan til fjølmiðlarnar í kvøld sigur nevndin í Suðuroyar Norðara Javnaðarafelag, at »Gamalt var, at størsta vanvirðing er ikki at svara«.

 

Felagið sigur, at hetta var júst tað, ið Kristin Michelsen vísti, tá hann telvaði seg av javnaðaralistanum.

 

– Kristin Michelsen setti tað óhoyrda krav til medvalevnini, at tey skuldu binda seg til at peika á tann fyrstvalda sum borgarstjóra. Hetta vildu valevnini, av prinsipiellum orsøkum, ikki ganga við til. Hetta fekk Kristin Michelsen at vita í einari telefonsamtalu og tveimum e-mailum frá nevndini, skrivar felagið.

 

Boðini til hini valevnini á listanum tann 15. oktober klokkan 21:21 vóru hesi:

 

– Eg vil gjarna hava svart upp á hvítt frá øllum valevnunum, at fyrst valdi fær møguleikan at vera borgmeistari, óansæð um tað er Per og Poul. Annars taki eg meg av listanum. Eg skal norðureftir í morgin, og havi eg ikki fingið svar frá øllum áðrenn tað, so fari eg av listanum.

 

– Vit valdu tó ikki at strika hann av listanum, men góvu honum freist til klokkan 17 mánadagin tann 17.10.16 at svara, hvørt hann framvegis var á listanum hjá Javnaðaraflokkinum, skrivar javnaðarfelagið.

 

Tey siga, at ringt varð av nevndarfundi til Kristin Michelsen fleiri ferðir. Men tey fingu einki svar.

 

– Tá so Kristin Michelsen fyrst royndi mánakvøldið, uttan úrslit, at koma á borgaralistan, og so týsdagin tíðliga fór undir at gera egna lista, so boðaði nevndin frá klokkan 15:34, at tey mettu, at Kristin Michelsen ikki vildi vera á Javnaðaralistanum.

 

– Kristin Michelsen er sostatt ikki koyrdur av listanum, men valdi sjálvur at seta seg utttanfyri, sigur nevndin í Suðuroyar Norðara Javnaðarafelag.