Fáið Jóhannes Erik Køtlum aftur í starvið

– Tað er ikki sørt ørkymlandi, at tann væl skikkaði og væl lýddi stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur kent seg noyddan at siga upp vegna samskiftistrupulleikar við aðalráðið.

 

Tað sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna í lesarabrævi í dag.

 

Løgtingskvinnan vísir á, at sjúkrahúsverkið er hjartaslátturin í vælferðarsamfelagnum og krevur dygga og trygga leiðslu, bæði sentralt og lokalt.

 

– Heilsunýskipanin er komin væl áleiðis, ikki minst landsstýriskvinnuni og teimum trimum sjúkrahúsleiðslunum fyri at takka. Men tað krevur eisini røttu leiðslu- og samstarvsevnini at koma á mál við nýskipanini. Og hvør skikkaður umsøkjari fer at søkja eitt stjórastørv á sjúkrahúsunum, um samskiftið við aðalráðið hevur so ringt orð á sær? 

 

Hon heldur, at tí eigur aðalráðið at taka atfinningarnar í størsta álvara – eyðmjúkliga at lurta og læra – og so senda boð eftir fráfarna stjóranum aftur. Tað er tað einasta rætta at gera.