Leita á in.fo

Savnsmynd

Áki Bertholdsen 10.10.2018 (12:50)

Fáir útlendingar eru til arbeiðis í Føroyum

Útlendingar eru ein lutfalsliga lítil partur av arbeiðsstyrkini í Føroyum. Tað vísi ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Seinastu árini er fólkatalið nógv vaksið, og tað er talið á løntakarum eisini. Samstundis er arbeiðsloysið lítið og einki, og tí er spurningurin reistur, hvussu stórur partur av fólkavøkstrinum er útlendsk arbeiðsmegi, sigur Hagstovan.

Útlendingar í hesum sambandi eru persónar við øðrum ríkisborgaraskapi enn donskum, men eru skrásettir at hava bústað í Føroyum.

 

Tølini vísa, at útlendingarnir telja ein lutfalsliga lítlan part av løntakaraskaranum. Í juli vóru umleið fýra prosent av øllum løntakarum í Føroyum, útlendskir løntakarar. 

Til samanberingar vóru útlendingarnir eitt prosent av øllum løntakarunum í 1985. Hinvegin talið á útlendskum løntakarum farin úr  2,5 prosentum fyrst í 2014, tá fólkavøksturin tók dik á seg, upp í umleið fýra prosent av løntakaratalinum nú, sigur Hagstovan.

Av útlendsku løntakarunum hevur størsti vøksturin hesi seinastu serliga verið av persónum, sum ikki eru  norðurlendingar, men sum kortini eru úr londum í ES. Í juli í 2014 vóru hesir ríkisborgarar 0,7 prosent av øllum løntakarum, men í juli í ár vóru eir 1,5 prosent, ella 406 løntakarar). Í sama tíðarskeiði eru ríkisborgarar uttan fyri Evropa farnir úr einum prosenti upp í 1,6 prosent, ella 430 løntakarar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her