Leita á in.fo

Barbara Holm 13.09.2017 (06:30)

Fakta: 10 ár við iPhone

Á hvørjum ári hevur heimurin sæð nýggjar iPhone telefonir, síðani tann fyrsta kom í 2007. Í gjárkvøldið kom Apple við enn einari útgávu av iPhone. Her er ein faktuell gjøgnumgongd av nógv nýttu telefonunum.  

 

2007: Tann karismatiski Apple-stovnarin Steve Jobs byrjar sína røðu á árliga MacWorld tiltakinum við at lova brúkarum tríggjar nýggjar vørur. Tann fyrsta er ein nýggj útgáva av tónleikaútgerðini iPod, tað næsta er ein telefon og tað triðja er ein kollveltandi nýggj nettøkni. Tað vísti seg tó, at talan var um eina og somu vøru, sum innihelt hesi trý lyftini - nevniliga ein iPhone. Telefonin tá slapp tó ikki á netið umvegis 3G, men bert umvegis wifi. 

 

 

2008: Apple kemur við nýggjari iPhone 3G, sum er útviklað soleiðis, at hon sleppur á 3G netið. Harvið kunnu brúkarar nýta telefonina til at fara á netið, hóast einki wifi er nærhendis. 

 

 

2009: Ein nýggj útgáva kemur undir navninum iPhone 3GS. Hendan hevur eina skjótari skipan, betri myndatól og møguleika fyri at taka upp sjónband. 

 

 

2010: Við iPhone 4 broytir Apple snið. Telefonin verður klænri. Samstundis verður myndatólið munandi betri enn undanfarna útgávan og fyri fyrstu ferð hevur telefonin myndatól bæði framman og aftan.

 

 

2011: iPhone 4S líkist seinastu útgávuni, men aftur hesaferð verða summi viðurskifti betrað. Eitt nú er telefonin eitt sindur skjótari, myndatólið eitt sindur betur og so framvegis. 

 

 

2012: iPhone 5 er tann síðsta telefonin, sum Apple stjórin Steve Jobs er við til at framleiða. Hann doyr árið áðrenn telefonin verður sýnd fram. Hendan hevur størri skerm, betri hentleikar av ymiskum slag og hevur eina smalri løðiskipan. 

 

 

2013: Apple kemur við iPhone 5S. Samstundis kemur bíligara útgávan, sum eitur iPhone 5C. Hendan er minni og eitt vet bíligari. 

 

 

2014: iPhone 6 kemur á marknaðin og telefonin er eitt stórt stig fyri fyritøkuna. Tí hon er munandi klænri enn tær undanfarnu, og skermurin fyllir meira av sjálvari telefonini. Samstundis fer Apple inn á marknaðin fyri samanrenningina millum eina telefon og ein teldil, við at gera eina størri útgávu av iPhone 6. 

 

 

2015: Apple gevur út eina iPhone 6S og 6S plus. Sniðið er tað sama, men ávísir hentleikar eru betur. Samstundis er serliga 3d-touch ein partur av telefonini. Hetta merkir, at ein kann taka fram ymiskar hentleikar á telefonini alt eftir, hvussu hart trýst verður á skermin. 

 

 

2016: Eitt serstakt ár, tí hesaferð gevur Apple tvær ymiskar telefonir frá sær. Í mars kom telefonin iPhone SE, sum á sniðinum líkist iPhone 5, men hevur hentleikar sum iPhone 6. Telefonin er bíligari enn ein vanlig iPhone. Í september koma iPhone 7 og 7 plus. Hesar eru vatntættar og hava ikki eitt jackstick til oyramikrofonirnar, sum vanligt annars hevur verið. Miðskeiðis á sumri hetta árið boðar Apple frá, at fyritøkan hevur selt meira enn eina milliard iPhone, síðani tann fyrsta útgávan kom á marknaðin.

 

 

2017: Apple kemur við útgávunum 8, 8 plus og X. Fyrstu tvær útgávurnar líkast iPhone 7 við eitt nú betri myndatóli, sterkari skipan, sterkari glasi og tráðleysari løðing. Tann seinasta er av Apple umrødd sum tann telefonin, sum skal seta kósina fyri tað, sum henda skal á økinum komandi 10 árini. Telefonin hevur ongan "heim-knøtt" og nýtir andlitið á eigaranum sum kotu. Eisini hevur hendan tráðleysa løðing.  

 

 

Keldur: Apple, TechCrunch.com, The Verge, Statista.com. /ritzau/


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her