Leita á in.fo

Barbara Holm 12.02.2018 (11:42)

Fakta: Fimm ting um føstulávint

Í dag er føstulávint ein veitsla fyri børnini, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Her eru nøkur ting, sum eru góð at vita um føstulávint.

 

 

 

1. Nær er føstulávint?

Føstulávintssunnudagur er altíð sjey vikur áðrenn páskadag, sum er fyrsti sunnudagur eftir fyrsta fullmánan eftir várjavndøgur. Tað merkir, at føstulávintssunnudagur er millum 1. februar og 7. mars.

 

 

 

2. Hvat merkja orðini føstulávint og karneval?

Føstulávint kemur frá týska orðinum ”vaste lavent” ella ”fastelabend”, sum bæði merkja dagin áðrenn føstuna. Karneval kemur hinvegin frá latínsku orðunum ”carne vale”, sum merkir ”farvæl til kjøtið, sum er ein tilsiping til 40 dagar longu føstuna, sum byrjar beint eftir føstulávint.

 

 

 

 

3. Kettan í tunnuni á føstulávint

Í dag er føstulávint fyri børnini, sum lata seg í og sláa tunnu og finna kattakongin. Upprunaliga - og langt upp í 1800 talið - var føstulávint ein veitsla fyri tey vaksnu, har tey drukku rúsdrekka í stórum mongdum, ótu kjøt, dansaðu, lótu seg í grýluklæði og slógu tunnu – mangan við livandi kettu í. Kettan er ímyndin av tí ónda, sum man vil verja seg ímóti. Í dag er góðgæti í tunnuni, meðan pappírskettan situr uttaná.

 

 

 

 

4. Grýluklæði

Meðan vit í dag mangan síggja børnini sum prinsar og prinsessur, superhetjur ella kendir figurar annars, so var føstulávint upprunaliga fyri vaksin, sum lótu seg í sum bjarnir, djevlar ella annað vandamikið, sum kundi ræða tað ónda. Man rann eisini mangan á føstulávint.Tað vil siga, at man rann runt og gjørdi fortreð við onnur ella luttók í kapprenning. Orsaka av teirra mangan erotisku náttúru vóru hesi tó bannað í 1683 í Danmark.


 

 

5. Grýluveitslur

Sunnanfyri, serstakliga í Italia, bjóðaði man heilt aftur til 1500 talið til grýluveitslur, har man ikki var ílatin í grýluklæði, men hevði eina vakra, prýðiliga, leysa masku. Hetta var eisini siðvenja í Danmark fram til 1700 talið. Summa staðni í Italia eru framvegis stórslignar grýluveitslur, har gestirnir lata seg í eins og tey gjørdu í 1500 – 1700 talinum.



Kelda: Ritzau & kristendom.dk  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her