Tíðindi

Ítróttur

FAKTA: Hesi átta londini berjast um fýra HM-pláss

17. oktober verður lutakast um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í playoffdystunum um síðstu HM-plássini.

 

Eftir at bólkaspælið endaði í gjárkvøldið er greitt, hvørji átta lond skulu spæla um tey fýra síðstu plássini í Evropa til HM endaspælið.

 

Londini – øll tveyarar í sínum undankappingarbhólkum – hittast tvey og tvey í tveimum dystum. Tann sum vinnur eftir báðardystirnar er klárur til HM í Russlandi í 2018.

 

Tey fýra seedaðu londini skulu spæla ímóti hvør sínum óseedaðum landi við lutakasti 17. oktober.

 

Tey seedaðu londini eru:

 

* Italia.

* Kroatia.

* Sveis.

* Danmark

 

Tey óseedaðu londini eru:

 

* Norðurírlandi.

* Írland.

* Svøríki.

* Grikkaland.

 

* Slovakia endaði eisini á øðrum plássi í sínum undankappingarbólki, men gjørdist tann ringasti av teimum níggju tveyarunum og tað merkir einki VM endaspæl.

 

/ritzau/

 

Mest lisið

Myndir: Suðurstreymoyar kirkjubók løgd fram

Dráp á gønlendskari seingjadeild í Århuus

Myndir: Langtíðarsemja um gjaldsskipan fyri alivinnu

Myndir: Føroyar - Danmark

Nógv hava ikki fingið løn á konto í dag