Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 07.12.2017 (19:21)

Falskur facebook-vangi í navninum á borgarstjóranum í Havn

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn,  gjørdist sera illa við, tá fleiri spurdu hana, um hetta var hennara veruligi facebook-vangi, tí viðkomandi hevði sent ymiskt út til ymisk fólk.

 

 

- Hetta er lítið hugaligt. Eg haldi hetta er sjokerandi, og eg havi tosað við kt-fólkini hjá kommununi um, hvat kann gerast, og eg ætli eisini víðari við hesum, og ætli at vita, hvat løgreglan sigur um hetta, sigur Annika Olsen.

 

 

Fyri løtu síðani legði hon so ljóðandi boð út á sín veruliga vanga á facebook.

 

 

Fráboðan um fb svindlarí. Onkur hevur upprættað ein profil í mínum navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi at farid verður víðari í hesum máli !

 

 

- Hetta kann ikki fara óátalað afturvið borðinum. Eg haldi tað er umráðandi at fáa hetta fram, og at varpa ljós á, at slíkt fer fram. Tað er óunniligt, at eins identitetur soleiðs verður tikin. Og ein veit jú als ikki, hvat verður sent út til fólk frá hesum vanganum, og tað kann vera óheppið, um tey halda, at tað kemur frá mær, sigur Annika Olsen.

 

 

- Eg ætli heilt víst at fara víðari við hesum. Eg veit ikki hvussu væl tað ber til á netinum at finna fram til tann, ið stendur aftanfyri, men hetta kann ikki bara fara afturvið óátalað, og tað er av týdningi at varpa ljós á hetta, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, í viðmerking.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her