fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 19.04.2017 (19:32)

Løgreglan leitar í mjørkanum: Fangi rýmdur úr fongslinum í Mjørkadali

Ein maður um 40 ár rýmdi fyrr í dag frá varðhaldinum í Mjørkadali.

 

Tað var um 17.00 mundið í dag, at løgreglan fekk boð um, at maðurin var flýggjaður úr varðhaldinum.

 

Síðani hava fleiri løgreglubilar leitað kring økið við Kaldbak og har um leiðir eftir manninum, eins og hundar hava verið við í leitingini.

 

 

Maðurin er enn ikki funnin, men í verandi løtu verður hann ikki eftirlýstur av løgregluni. Ivaleyst er orsøkin, at løgreglan enn hevur vónir um at finna mannin.

 

 

Í varðhaldinum í Mjørkadali er tað so, at fangarnir sleppa út og hava fríari teymar enn í teimum strangastu fongslunum. Tí er ilt at siga, hvussu hann flýggjaði.

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í Danmark hendir tað mangan, at fangar rýma úr fongslum, men tað er at kalla óhoyrt í Føroyum.

 

 

In.fo fylgir málinum.