fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 20.04.2017 (15:10)

Fangin: Eg toldi ikki tubbaksroykin í fongslinum

– Eg eri ovurviðkvæmur fyri tubbaksroyki, og toli hann ikki og fari at bløða næsablóð.

 

Tað segði 37 ára gamli maðurin, sum flýddi úr fongslinum í Mjørkadali, tá hann var í rættinum fyri løtu síðani.

 

Hann varð spurdur, hví hann rýmdi.

 

– Tá eg varð sendur til Føroyar at sita ein part av dóminum fekk eg at vita, at fongslið í Føroyum var roykfrítt, eins og tey eru blivin í Danmark. Men eg havi veirð misinformeraður. Hevði eg vitað tað, so hevði eg ikki komið til Føroyar at sitið, segði hann.

 

Maðurin greiddi frá, hvussu ringt tað er við tubbaksroyki í Mjørkadali, at hann fær ikki verið inni. Hann hevur sitið í isoalatiónssellu – bara fyri at sleppa undan tubbaksroykinum, men tað hjálpti ikki.

 

– Eg havi biðið um at sloppið til Danmarkar aftur at sita. Eg havi enntá bjóðað mær til at rinda ferðina sjálvur, men eg havi fingið at vita, at eg skal sita her í ein mánað afturat, segði hann.