Fara at bjóða leiguíbúðir út í apríl

Avtala er nú gjørd, sum leggur ábyrgdarbýtið og víðari nýtsluna av Biskupstorgi í Klaksvík í trygga legu.

 


Andras Róin sigur, at leiguíbúðirnar í Biskupstorgi verða bodnar út í apríl við innflyting frá mai mánaði.

Andras Róin sigur, at leiguíbúðirnar í Biskupstorgi verða bodnar út í apríl við innflyting frá mai mánaði.

Stjórin í Bústøðum og borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hava gjørt avtalu, sum leggur ábyrgdarbýtið og víðari nýtsluna av Biskupstorgi í Klaksvík eina trygga legu. Tað verður soleiðis, at Bústaðir yvirtaka ognarskap og alla ábyrgd av teimum 30 íbúðunum úr Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, samstundis sum Klaksvíkar kommuna á sama hátt yvirtekur veghædd og kjallarahædd í Biskupstorgi.

 

Við hesi loysnini fylgja Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Andras Róin, stjóri í Bústøðum, somu mannagongd, sum varð brúkt, tá íbúðabyggingin undir Kráarbrekku var komin undir land. Teir báðir staðfesta, at samstarvið um Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku hevur eydnast væl og hevur tænt sínum endamáli.

 

- Fyrsta verkætlanin hjá sjálvsognarstovninum var at byggja 24 íbúðir undir Kráarbrekku og eitt sambýli við tilhoyrandi kjallara og felagshølum. Tann verkætlanin fór í gongd seinast í nítiárunum, og tá farið varð undir verkætlanina - Biskupstorg í miðbýnum - vórðu ognirnar undir Kráarbrekku somuleiðis seldar úr sjálvsognarstovninum. Bústaðir yvirtóku íbúðirnar, og kommunurnar í Norðoyggjum yvirtóku sambýlið.

 

Tað sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi, sum sent er miðlunum í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at íbúðirnar undir Kráarbrekku vóru eitt frambrot, tá tær komu, tí tær vóru millum tær fyrstu eldraíbúðirnar í landinum. Tað staðfestir borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum eisini heldur, at íbúðirnar neyvan høvdu komið á nakran annan hátt enn júst gjøgnum hendan sjálvsognarstovnin.

 

- Tíð var ikki til aðra konstruktión, og í dag kunnu vit fegnast um, at hesar íbúðirnar hava verið ein sucess, sigur borgarstjórin, sum leggur aftrat, at sama er galdandi fyri Biskupstorg.

 

Jógvan Skorheim heldur ikki, at gongd hevði fingist á miðbýarverkætlanina, um ikki júst hetta modellið varð brúkt. Hann vísir á, at Bústaðir nú hava 30 íbúðir í hjartanum í Klaksvík, og Klaksvíkar kommuna hevur nátt sínum máli um at fáa gongd á ein spennandi miðbý.

 

- Sjálvsognarstovnurin hevur loyst hesa uppgávuna, og nú skulu vit hyggja frameftir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjórin.

 

Mikudagin var avhendingin av bygninginum undirskrivað, so nú er komið hartil, at fólk skjótt kunnu gleða seg til at fáa bjóða eina leiguíbúð. Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, sigur, at hetta hevur verið ein drúgv bygging, men samstundis eisini ein sera spennandi verkætlan.

 

- Vit hava fingið nakrar sera snotiligar íbúðir á besta økinum í Klaksvík, har vit eisini síggja fyri okkum, at borgararnir koma at trívast. So hvørt, sum miðbýurin veksur og verður útbygdur, fer hetta økið at draga alt meiri av lívi og virksemi til sín, sigur stjórin í Bústøðum.

 

Hann vísir á, at upprunaliga kostnaðarmetingin fyri byggingina av Biskupstorgi var 93 miljónir krónur, men við tilkeypi og byggirentu í tí longda byggitíðarskeiðnum verður nú mett, at samlaði kostnaðurin verður umleið 100 miljónir krónur.

 

Andras Róin leggur aftrat, at leiguíbúðirnar verða bodnar út í apríl við innflyting frá mai mánaði.