Fara at kanna hvussu nøgdir klaksvíkingar eru

Tað er týdningarmikið, at klaksvíkingar verða tiknir við upp á ráð, sigur býráðið

Næsta ár ætlar Klaksvíkar býráð at gera eina borgarakanning. Høvuðsmálið við kanningini er at vita, hvat klaksvíkingar, og onnur, halda um tænasturnar, sum kommunan veitir. Kanningarúrslitini verða viðgjørd í politisku skipanini og í fyrisitingini við tí endamáli at kunna veita eina betri, og miðvísari tænastu. Býráðið skal eisini hava úrslitið av kanningini at hella seg til, tá ið nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur bygdar út.

 

Býráðið skal nú taka støðu til ætlanina, men tað er bara ein avgreiðsluspurningur, tí fíggjarnevndin hjá býráðnum tekur einmælt undir við at játt pengarnar til kanningina, sum kostar 200.000 krónur. Ætlanin er at gera kanningina við spurnarkanningum, samrøðum og borgarafundum.

 

– Tað er týdningarmikið at taka borgaran, vinnu, mentan og ítrótt, og onnur, við upp á ráð í arbeiðinum, sum Klaksvíkar kommuna ger, og í samband við tær framtíðarætlanir, sum eru, sigur býráðið. Og tey siga, við borgarakanningini fær býráðið virðismikla vitan frá borgarum í sambandi við tær tænastur kommunan veitir, og tær ætlanirnar, sum skulu fremjast, sigur býráðið.