Leita á in.fo

Leirvíkstunnilin verður stongdur frá mánadegi 15. januar til 31. mars - um næturnar og mitt í viku seint á kvøldið

Vilmund Jacobsen 12.01.2018 (20:38)

Fara at steingja Leirvíkstunnilin

Vegna arbeiði verður Leirvíkstunnilin stongdur frá mánadegi 15. januar til 31. mars - frá sunnukvøldi á midnátt til mánamorgun klokkan 06.

 

Eisini verður tunnilin stongdur mánakvøld til fríggjamorgun frá klokkan 22 á kvøldi til 06 á morgni.

 

Landsverk veit at siga, at bilar sleppa gjøgnum tunnilin á midnátt, klokkan 02 og klokkan 04. Tó kunnu akfør í neyðsynjarørindum altíð sleppa gjøgnum Leirvíkstunnilin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her