fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Tað er á hesum stykkinum at stór íbúðarbygging skal vera. Stóri, hvíti bygningurin, er Musikkskúlin

Áki Bertholdsen 18.05.2018 (09:45)

Fara nú undir umstrídda bygging mitt í Havnini

 Tórshavnar býráð fer nú at bjóða eitt stórt stykki á Frúðutrøð í Eysturbýnum í Havn út til at byggja íbúðir á. Talan er um stykkið, har Musikkskúlin stendur.

 

Endamálið er at fáa fleiri bústaðir mitt í Havnini og tey halda, at tað er eitt gylt høvi at byggja á Frúðutrøð nú bæði Musikkskúlin, læknaviðtalurnar og býargartnarin, flyta í nýggj høli í næstum.

 

 

Men tann sum fær stykkið skal lúka fleiri treytir. Ein av treytunum er, at minst helvtin av íbúðunum skulu vera leiguíbúðir, hinar kunnu so vera eigaraíbúðir ella lutaíbúðir. Somuleiðisskulu minst 30 prosent av íbúðunum vera eldra- og rørsluvinarligar íbúðir.

 

Av tí at stykkið er mitt í býnum, vil býráðið eisini, at fríøkið skal vera ein lund, sum er opin fyri almenninginum

 

Men ein trupulleiki verður parkeringin. Í dag eru 41 almenn parkeringspláss á Frúutrøð og sulu íbúðir byggjast á stykkinum, er tað ov lítið og tí skal býráðið at útvega sama tal av parkeringsplássum beint við.

 

Grannarnir á Frúðutrøð hava verið í øðini um ætlanina, eitt nú um at teir fara at missa nógv av útsýnunum. Býráðið sigur, at ætlaða byggingin verður lagað til ynskini hjá grannunum og at nýggja byggingin verður lægri enn núverandi bygging á Frúðutrøð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her