Leita á in.fo

Nú verður nýggjur barnagarður bygdur á Tvøroyri. Myndina tók Eileen Sandá

Áki Bertholdsen 12.10.2017 (10:51)

Fara undir nýggjan barnagarð á Tvøroyri næsta ár

Eisini á Tvøroyri er býráðið so smátt farið at fyrireika eina fíggjarætlan fyri næsta ár.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at fyribils eru tey ikki komin serliga langt við fíggjarlógini, men í næstum koma tær nýggjastu metingarnar frá Taks yvir, hvussu inntøkan fer at vera næsta ár og tá verður ein neyv fíggjarætlan løgd.

 

Hann ivast ikki í, at tað fer at fáa stórar avleiðingar fyri kommununa, at Varðin Pelacig brann í grund í summar. Serliga fer tað at merkjast í inntøkunum av vørugjøldum og á partafelagsskattinum, sigur borgarstjórin.

 

Men fyribils verður arbeitt út frá, at skattaprosentið verður 21,9 prosent næsta ár, og tað er tað sama, sum í ár, og barnafrádrátturin verður eisini tann sami, ella 5000 krónur fyri barnið. 

 

Men hann sigur, at tað er longu nú greitt, at peningur fer at verða settur av til nýggjan barnagarð á Tvøroyri næsta ár, og í 2019, skal hann vera liðugur.

 

Tilsamans er talan um eina verkætlan sum kostar einar 15 milliónir krónum, men tá ið nýggi barnagarðurin er komin afturat, verður pláss fyri 52 børnum afturat í barnagarðinum hjá kommununi, og tað er gott ov væl tvær ferðir so nógv, sum tað eru í dag. Men so verður eisini hugsað um, at gera umstøður til at fáa útibarnagarðin knýttan afturat, og tað fer so at kosta nakrar milliónir afturat, so verður tað gjørt eisini, er talan um eina verkætlan upp á slakar 20 milliónir tilsamans.

 

Tað skilst, at ætlanin er ikki av taka kommunalu dagrøktina heilt, men hon verður niðurlagað eftir tørvi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her