Leita á in.fo

Gunvør Balle 04.12.2018 (15:05)

Farleiðin út í Hest - finnið eina framtíðartryggjaða loysn!

Býráðspolitikarar og umsiting úr Tórshavnar kommunu vóru ein frálíkan túr úti í Hesti í gjár seinnapart. Hendan fagra vetrardag gingu vit kring bygdina og hugdu eftir ymsu umstøðunum og fóru so innar í bygdarhúsið, har boðið var til borgarafund við Hestfólk. Eini 20-30 bygdarfólk vóru møtt og í nærum tríggjar tímar varð kjakast dúgliga um framtíðina hjá oynni. Tey flestu vóru komin úr Havn, tí um veturin eru bert eini 10 fastbúgvandi.

 

Hóast fólk vóru konstruktiv og siðilig, var undirtónin álvarsligur. Tað stóð øllum fundarfólkum greitt, at okkurt skal gerast, skal Hestoynni vera lív lagað. Lata allir myndugleikar standa til, eiga vit ivasama heiðurin av, at ljósið varð slókt og bygdin varð avtoftað.

 

Bygdin bløðir út og mønustingin fekk hon, tá landsstýrið fyri tveimum árum síðan skar so meint í túrunum hjá Teistanum út í Hest, at tað ikki ber til at búgva í oynni og arbeiða í Havn.

 

Nú tunnilsarbeiðið fer í gongd við gomlu Rætt stúra Hestfólk fyri, at tað verður steinur oman á byrðu. Tey vænta, at nógv trýst verður á Teistin at frakta útgerð aftur og fram millum Gomlu Rætt og Skopun ísv tunnilsarbeiðið og tað kann aftur koma at ávirka túrarnar út í Hest. Og tey stúra fyri, at teirra rættur til Gomlu Rætt sum havn verður burtur. Nú tey hava mist túrar við Teistanum,  eru hestfólk í størri mun noydd at sigla við egnum báti tvørtur um fjørðin, men nú verða tey meir og meir trokaði burtur haðani eisini. Tað tykist, sum ætlanin er, at tað skal ikki vera gjørligt at búgva í Hesti longur. 

 

Í prátinum varð tosað um at fríðka um bygdina, gera betri vesir til ferðafólk, stykkja út til summarhús og kanska eisini til sethús og fundarfólki vísti stóran áhuga fyri øllum hesum. Tí mong fólk koma regluliga út í oynna, og tørvurin á at byggja sær summarhús er vaksandi, so hvørt familjurnar vaksa og tað gerst trongt í barndómsheiminum. Og onnur aftur kundu hugsað sær at búð har meir ella minnið fast. Men onki av hesum ber til, um vit ikki – land og kommuna saman – gera av, at vit vilja at har skal vera liviligt í Hesti.

 

Ongin skal ivast í, at Tórshavnar kommuna ynskir at fólk býr og trívist í Hesti. Vit vilja gera eina menningarætlan, har vit stykkja út grundstykkir, vetrarfriða og gera umstøðurnar betri til ferðavinnuna, og sum heild ganga bygdafólki á møti í teirra ynskjum. Men tað, sum hevur allar størstan týdning er, at landið eisini tekur ábyrgd og tryggjar oynni eina tíðarhóskandi farleið.

 

Okkara størsta vón er, at nýsetti landsstýrismaðurin í samferðslumálum fer at síggja álvaran í støðuni og einaferð med alla fer at loysa samferðsluna fyri Hestoynna. Talan má vera um eina framtíðartryggjaða loysn, ið riggar eftir at Sandoyartunnilin er komin og Teistin ikki longur siglir um fjørðin. Heðin Mortensen kennir, um nakar, umstøðurnar hjá hestfólki og skilir týdningin av at ikki bara Tórshavnar kommuna, men alt landið, hevur ábyrgd av, at tað er møguligt at liva og virka á útoyggj.

 

Livst so spyrst.

 

Gunvør Balle,

forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her