Faroe Origin slakar sjey milliónir í yvirskoti

Ársúrslitið hjá P/F Faroe Origin fyri 2017 var upp á 6.678.000 krónur eftir skatt. Hetta er munandi betri, enn árið fyri, tá úrslitið var hall upp á 1.744.000 krónur

Ársúrslitið hjá P/F Faroe Origin fyri 2017 var upp á 6.678.000 krónur eftir skatt. Hetta er munandi betri, enn árið fyri, tá úrslitið var hall upp á 1.744.000 krónur

 

Endamálið hjá konsernini er at reka skip og flakavirki, fiskivinnu, fiskaframleiðslu, sølu/keyp og aðra vinnu í hesum sambandi. Konsernin eigur og rekur seks skip og tvey flakavirki

 

Faroe Origin skrivar í ársroknskapinum, at vørurnar hjá felagnum í  høvuðsheitum verða seldar í Føroyum og á evropiska meginlandinum.

 

– Ársúrslitið hjá konsernini eftir skatt fyri 2017 er -1.502.000 kr ímóti -1.922.000 kr árið fyri. Fíggjarstøðan vísir eina konserneginogn á 12.957.000 kr. Ársúrslitið hjá móðurfelagnum eftir skatt er 6.678.000 krónur ímóti -1.744.000 krónur árið fyri. Fíggjarstøðan hjá móðurfelagnum vísir eina eginogn á góðar 21 milliónir krónur. Høvuðsorsøkin til stóra munin í ársúrslitinum hjá móðurfelagnum og konsernini eru avskrivingar av støðisognini og reguleiring av útsettum skatti, skrivar felagið.

 

Veiðunøgdin hjá skipunum hjá Faroe Origin av botnfiski er vaksin eitt vet í mun til 2016, men orsakað av at Rókur og Lerkur eru farnir at fiska dýrari fiskasløg, er samlaða veiðuvirði hækkað nakað í 2017 í mun til 2016.

 

– Tillutaða makrelkvotan í bólki 2 hækkaði við umleið 35% í mun til 2016. Tískil er tann fiskaða nøgdin áleið 12 milliónir krónur hægri enn í 2016. Oljuprísurin hækkaði við áleið 12% í 2017 í mun til 2016, og er rentustøðið á sama støði sum í 2016, skrivar felagið í roknskapinum.

 

Í 2017 hava fýra skip verið til klassingar, har skipini í miðal hava verið úr rakstri í umlieð seks vikur í part.

 

– Samlað er raksturin av skipunum batnaður munandi í 2017 í mun til 2016, og hevði úrslitið kunnað verið enn betur, um sipini vóru í rakstri alt árið, skrivar felagið.

 

Framleidda ráðverunøgdin á flakavirkinum í Runavík er minkða nakað í mun til í 2017, men serliga er tað fallið í prísinum á liðugvørum í 2017, sum ger at úrslitið á landi er munandi verri enn í 2016.

 

Á saltfiskavirkinum á Toftum var framleiðslan nakað hægri enn í 2016, og er liðgutvøruprísurin øktur nakað eisini. Úrslitið er sostatt batnað nakað, tó at nøgdirnar eru smáar enn. Felagið miðar eftir at økja enn meira um saltfiskaframleiðsluna í 2018.

 

Felagið skrivar, at fíggjarliga gongdin, serliga í Evropa, hevur stóra ávkrina á rakstrarúrslitið hjá felagnum, tí hesin marknaður hevur stóra ávirkan á virksemi felagsins.

 

– Fiskiskapurin og stýringin av hesum kring Føroyar hava stóran ávirkan á gongdina hjá felangum. Eisini er atgongdin til rávøru avgerandi, og fyri at avmarka henda váða hevur felagið útvegað sær egin skip, skrivar felagið.

 

Um framtíðarútlitini sigur felagið, at tað upplivir í løtuni ein ávísan vøkstur í fiskiskapinum og eftirspurninginum og arbeitt verður støðugt við at tillaga framleiðsluna soleiðis, at kappingarførið og lønsemið betrast.

 

Felagið roknar við munandi betri úrslitið í 2018 enn í 2017.

 

Eigarar í P/F Faroe Origin eru hesir:

SP/F Framherji, Fuglafjørður

P/F Varðin, Syðrugøta

SP/F Súlur, Fuglafjørður

 

Stjóri í felagnum er Jens Pauli Petersen.

 

Í nevndini sita:

Poul Hansen, nevndarformaður

Tummas Thomsen

Torsteinn Már Baldvinsson

Elisabeth Ditleifdóttir Eldevig Olsen.

 

Faroe Origin eigur hesi skipini:

 

Heykur

Rókur

Stelkur

Falkur

Lerkur

Bakur