fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.05.2018 (10:35)

FBI feldi føroyingin

Tað var amerikanska fregnartænastan FBI, sum avdúkaði samskifti millum mammuna at fýra ára gamla dronginum og føroyingin, sum er í rættinum í dag. Tað kom fram í rættinum í Lyngby í morgun. 

 

 

Mamman at fýra ára gamla dronginum var fyrr í ár dømd fyri at hava gjørt seg inn á lítla barnið. Og í dag er nógv umrøddi leikluturin hjá føroyinginum fyri í rættinum í Lyngby. Orsøkin til tað er, at umvegis sosiala miðilin LinkedIn samskiftu mamman og 42 ára gamli føroyingurin um, hvussu mamman skuldi gera seg inn og drongin. Somuleiðis vórðu myndir sendar til føroyingin av dronginum í ónærisligum støðum. 

 

 

Tað var hetta samskiftið á LinkedIn, sum elvdi til, at sosiali miðilin vendi sær til FBI við málinum. Og amerikanska samveldisløgreglan gjørdi av at melda málið til donsku myndugleikarnar umvegis amerikonsku sendistovuna. 

 

 

Mamman at dronginum, sum longu hevur fingið dóm, varð síðani handtikin av løgregluni ein morgun, eftir at hon setti drongin av í barnagarði. 42 ára gamli føroyingurin varð hinvegin handtikin á flogvøllinum í Kastrup eftir at hann var lendur við flúgvara úr Føroyum. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her