Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 10.02.2019 (14:58)

Feløg á venjingarlegu í Suðuroynni

Seinastu árini er tað vorðið alsamt vanligari, at ítróttafeløg leggja leiðina til Suðuroyar á venjingarlegu. Hetta vikuskiftið hevur B68 verið á venjingarlegu í Marghøllini.

 

 

Men tað eru ikki bara fótbóltsfeløg, sum leggja leiðina til Suðuroyar og til Vágs á venjingarlegu, tí seinasta árið hava bæði kappróðrarfeløg, flogbóltsfeløg og svimjifeløg eisini verið á venjingarlegu í Suðuroynni. Harumframt hava ítróttafólk eisini verið á venjing innan frælsan ítrótt, klatring og racerunning, skrivar Suðurrás.

 

 

Jens Petur Brattalíð hevur verið samskipari av teimum flestu venjingarlegunum, sum hava verið í Suðuroynni seinasta árið. -Møguleikarnir fyri at koma á venjingarlegu í Vági eru framúr góðir, tí við Marghøllini er lagt afturat sera góðu karmunum til ítrótt sum frammanundan vóru í Vági, sigur Jens Petur. Harumframt eru gistingarmøguleikarnir eisini vorðnir fleiri og betur á Hotel Bakkanum og hetta hevur sjálvandi eisini týdning.

 

 

Jens Petur greiður frá, at flestu ítróttafeløgini seta seg í samband við hann, og so fáa tey eitt pakkatilboð við bæði venjing, gisting, mati os.fr. – Og hetta hava feløgini tikið sera væl ímóti, tí so hava tey onki annað at hugsa um enn at koma suður við Smyrli, sigur Jens Petur Brattalíð við Suðurrás.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her