Feløg hjá MT-Højgaard í Grønlandi hava risahall

MT Højgaard Grønland og Arssarnerit, sum felagið eisini eigur, høvdu blóðreyð tøl í 2023. Feløgini hjá stóra danska entreprenørsamtakinum MT Højgaard Holding høvdu næstan 200 milliónir krónur í halli.

 

Entreprenørfelagið MT Højgaard Grønland hevði í fjør sítt higartil størsta hall á meira enn 100 milliónir krónur eftir skatt. Sama ár hevði el-instalatiónsfelagið, Arssarnerit, eisini eitt velduga stórt hall eftir skatt á 82 milliónir krónur.

 

- Soleiðis høvdu hesi bæði feløgini, sum næst størsta entreprenørfelagið í Danmark - MT Højgaard Holding eigur - út við 200 milliónir krónur í halli tilsamans, veit Sermitsiaq at siga. 

 

Tað er fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt, sum upplýsir hesi tøl fyri grønlendska miðlinum.

 

MT Højgaard Grønland, sum hevur gjørt av at gevast í Gønlandi, var einaferð ein fyritøka við 300 fólkum í starvi. Felagið var í stórum vøkstri og hevði nógv byggivirkisemi í Grønlandi, serliga í Nuuk.

 

Nú eru bert 90 fólk eftir í fyritøkuni í Grønlandi, og tað er stjórin, Maiken Bruun-Ringgaard, sum stendur fyri leiðsluni.

 

- Vit kunnu kanska selja grønlendska felagið, men tað verður helst trupult. Vit hava ongar sáttmálar aftrat teimum tveimum verkætlanunum, sum verða lidnar í ár, sigur fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt.

 

Hann hugsar eitt nú um at selja betongverksmiðjuna í Nuuk.

 

Verkætlaninar, sum verða lidnar í ár, eru bygningar í komandi floghavnini og næmingabústaðir í Nuuk. Bygningarnir í floghavnini eru ein farstøð, eitt flúgvileiðaratorn og ein tænastubygningur.

 

Stóra hallið hjá MT Højgaard Grønland í fjør hevði sína orsøk í stórum halli í floghavnsverkætlanini í Nuuk, umframt í byggingini av næmingabústøðum í Qaqortoq og Nuuk.

 

Her hevði felagið gjørt sáttmálar við føstum prísi við undirveitarar, og haraftrat hava verið munandi niðurskrivingar av aktivum.

 

- MT Højgaard Grønland er eisini rakt av høgum príshækkingum av byggitilfari, sigur fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt.

 

Fyri fáum árum síðan var MT Højgaard Grønland millum størstu entreprenørfyritøkur í Grønlandi, men móðurfelagið, MT Højgaard Holding, tók í fjør avgerð um at gevast eitt nú í Grønlandi, Føroyum, Portugál og Afrika.

 

Fíggjarstjórin sigur, at tá dóttirfelagið, MT Højgaard Grønland, gevst í Grønlandi, fer móðurfelagið framvegis at hava nakrar garantiskyldur í teimum verkætlanum, sum felagið hevur framt í Grønlandi.

 

MT Højgaard Grønland fer at handa næmingabústaðirnar í Nuuk til grønlendska sjálvstýri um mánaðarskiftið apríl/ mai í ár, og teir tríggir bygningarnir til floghavnina í Nuuk verða latnir floghavnsfelagnum KAIR gjøgnum summarið.

 

Sermitsiaq veit at siga, at meðan virksemið hjá MT Højgaard hevur givið stór hall í Grønlandi, hevur MT Højgaard-samtakið góðan vøkstur og góð úrslit í Danmark.