fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.01.2017 (18:00)

Fer ikki at avmarka nýtsluna av píkadekkum

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur ongar ætlanir um at avmarka nýtsluna av píkum.

 

Tað staðfestir hann í dag.

 

Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um nakrar ætlanir eru um at avmarka nýtsluna av píkadekkum.

 

 

Les eisini: Vil avmarka nýtsluna av píkadekkum

 

 

Hendrik Old sigur, at tá bilar eru til sýn á Akstovuni, verður eisini skrásett um teir hava píkadekk ella ikki.

 

Í hesum sambandi vísir ein uppgerð hjá Akstovuni, at av øllum teimum bilunum, sum vóru til sýn í desember í 2015 og í desember í fjør, koyrdu 20 prosent við píkadekkum og 80 prosent av bilunum høvdu ikki píkadekk.

 

Í stórum býum í Noregi er avgjald lagt á bilar, sum koyra við píkadekkum, men har er lutfallið ímillum tey, sum koyra við píkum, og tey, sum ikki brúka píkar, næstan tað sama sum tað er í Føroyum.

 

Men av tí, at so fá brúka píkar í Føroyum, er tað ivingarsamt um tað ikki er meiri møði enn føði at leggja avgjald á píkadekk í Føroyum, tí tað standast eisini útreiðslur av av umsita eina slíka skipan, heldur landsstýrismaðurin.

 

Hendrik Old vísir eisini á, at royndir úr Noregi vísa eisini, at tað er ein fyrimunur fyri ferðsluna sum heild, at nakrir av bilunum koyra við píkadekkum.

 

Tað er tí, at píkarnir ríva ísin á vegnum upp, og tað kemur teimum, sum ikki koyra við píkadekkum, til gagns, tí tað ger, at teirra bilar liggja betri á vegnum.

 

Landsstýrismaðurin ásannar eisini, at tað eru bilførarar sum brúka píkar, tí teir føla seg tryggari við píkum

 

– Her verður serliga hugsað um tey, sum koyra ímillum bygdir og sum koyra ímilum bygd og Havnina, og sum skulu upp í hæddirnar, har kavi legst og hálka er.

Tað er loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl. Men frá 1. desember til 30. apríl er tað ikki loyvt at koyra við summardekkum teir dagar tað er hált, tí tá skal bilurin hava vetrardekk ella píkadekk.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her