fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Høgni Reistrup 05.03.2018 (09:17)

Ferðafólkini eru okkum góð

Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja ferðavinnuna sum ein nýggjan møguleika heldur enn ein trupulleika.

 




“Nei, nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum”.


Tú ert ikki tann einasti, sum hevur hoyrt hesa útsøgnina í seinastuni. Hetta er vorðið rættiliga vanligt at hoyra, og nú fyrsti várdagur hevur verið, og ferðafólkini nakað eftir hetta fara at leita hendavegin, er neyðugt, at vit beinanvegin fáa hugburðin at venda rætt - hugburðin til gestirnar, sum vilja uppliva okkara vøkru náttúru og sereyðkenni.

Tí sum útsøgnin omanfyri ber boð um, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at vit bjóða ferðafólkum at vera vælkomin til Føroya.

Umframt at vilja vera við, at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, eru summi eisini farin at seta spurning við, hvørt vit í heila tikið skulu hava fleiri ferðafólk higar.

 

 

 


Arbeiðspláss og støðugari búskapur
Til uppáhaldið um at ov nógv ferðafólk eru í Føroyum, er tað at siga, at vit á ongan hátt eru nær hámarkinum fyri, hvussu nógv fólk landið er ført fyri at bera. Og lat ongan iva vera um, at tað er rætt at bjóða Føroyar fram fyri ferðafólkum. Góðu árinini eru nógv.

1) Vinnan skapar nógv nýggj størv - serliga til yngri fólk, sum eru púra avgerandi at varðveita í landinum

 

2) Ferðavinnan kann gera búskapin støðugari og taka broddin av sveiggjunum

 

3) Landið og vinnurekandi fáa fleiri inntøkur
Nýggjar vinnur koma ikki á hvørjum degi. Tað kunnu ganga nógv ár, áratíggju og meira enn tað ímillum stóru møguleikarnar. Og nú er tað nógv, sum bendir á, at aftaná nógv miðvíst arbeiði nærkast ein slíkur møguleiki Føroyum.

 

 

 

 

Rakstrarstuðul úr Danmark ella nýggjar vinnur


Leingi hava vit tosað um nýggjar vinnur. Vinnur, sum kunnu koma aftrat laksinum, makrelinum og toskinum. Nógv vónaðu, at oljuvinnan eftir fáum árum fór at gerast eitt nýtt bein hjá búskapinum, og KT-vinnuna hava vit eisini tosað nógv um. Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa hesar vinnur at blíva høvuðsvinnur í Føroyum. 


Tað krevur nógv at fáa nýggjar høvuðsvinnur, men tað kann ferðavinnan blíva. Vit hava eina serstaka og kappingarføra vøru at bjóða.

Í 80-árunum og eisini áðrenn tað vendu eldsálir eyguni móti ferðavinnuni, tí hon kundi fjøltátta inntøkugrundarlag landsins, ja, og spjaða váðan í einum samfelag, sum fram um alt hevur drigið fruminntøkurnar úr sjónum umframt at fingið rakstrarstuðul úr Danmark. Tað er einki at taka seg aftur í, at ferðavinnan hevði verið góð at havt, tá ið svára kreppan rendi okkum út av tromini og rak túsundtals fólk av landinum. Men tá var ikki ordiliga nøkur verulig ferðavinna.

Fíggjarlig bakkøst fara eisini at koma í framtíðini, men fáa vit fleiri vinnur at veita sítt týðandi íkast til búskapin, hava vit meira at standa ímóti við, tá ið illa veit við búskaparliga. Vit mugu minnast til, at tá ið alingin hevur lakari ár, ella uppsjóvarskipini ikki landa somu nøgdir sum nú, tá er tað sera umráðandi, at vit fáa aðrar vinnur at skapa vøkstur og arbeiðspláss.

 



Vit eru eisini framvegis í tí støðu, at vit fáa danska peningahjálp til at fíggja alment virksemi fyri áleið eina milliard krónur um árið í okkara samfelag. Tað eigur at liggja ljóst fyri, at vit sjálv finna alla fíggingina til tað, sum vit vilja bjóða í Føroyum. At vit slóða fyri nýggjum vinnum, sum kunnu kasta av sær skattir, ið kunnu koma ístaðin fyri donsku peningahjálpina.

Vit eiga at kýta okkum at fáa sum mest burturúr. Vit eiga at síggja spennandi inntøkur, eina kærkomna nýggja vinnu og mentanarligt fjølbroytni heldur enn óynskta ávirkan uttanífrá.

 

 

 

Pengar koma ikki av sær sjálvum
Vit eru ald upp í eini skipan, har vit hava tað ov gott. Tað merkir millum annað, at vit ikki leypa avstað, tá ið nýtt virksemi og nýggjar inntøkur eru at hóma fyri framman. Tað verður kravt ov lítið av okkum, og tí loysir tað seg ofta betur bara at hyggja at og finnast at. Hetta er eitt tekin um eina vaksandi krevjaramentan. Og tað er henda mentanin, sum fær nógv at hugsa, at nú eru ov nógv ferðafólk í Føroyum.

Tað er sjáldsamt at vita sær, at hugburðurin um ov nógv ferðafólk í Føroyum skal vaksa fram, sjálvt um ferðavinnan ikki veruliga hevur fingið fótin fyri seg enn sum ein sterk vinna. Sum myndin vísir, gerast útlendsku innskrivingarnar á gistingarhúsum fleiri í tali, men vøksturin er ikki ovurstórur.

 

 

Tíðindaflutningurin hevur eisini lagt stóran dent á ferðafólkini í Íslandi. Í fyrsta lagi eru søgurnar neiligar. Eingin søga um, hvussu ferðavinnan hevur fingið tjóðina á føtur aftur eftir kreppuna skjótari enn nakað annað land. Eingin søga um, at ferðafólkini skapa eina rúgvu av arbeiðsplássum. Eingin søga um, at vinnurekandi fegnast, tí nú ber nógv meira tænastuvirksemi seg enn nakrantíð áður. Eftir stendur, at í Føroyum halda vit, at í Íslandi er ferðavinnan miseydnað.

Og so darrar henda samanberingin eisini onkustaðni - at ferðavinnan í Føroyum er farin at líkjast henni í Íslandi.

Í øðrum lagi eru - um ikki allir - so sera nógvir íslendingar fegnir um ferðavinnuna. Og tað eru teir, hóast henda vinnan er øgiliga nógva ferðir størri enn ferðavinnan hjá okkum. 

 

 

Her er fram um alt ein stórur hugburður á muni. Íslendingar vilja og skulu sjálvir. Hjá íslendingum er ferðavinnan ein møguleiki, sum teir hava tikið til sín. Latið okkum eisini gera ferðavinnuna til ein nýggjan møguleika. Tað er nú soleiðis, at onkrum skulu vit liva av. Pengar koma ikki av sær sjálvum. Tí kemur ferðavinnan okkum væl við.

Vit kunnu øll gera okkara til, at ferðavinnan verður góð fyri Føroyar, og at hesin nýggi vinnumøguleikin gerst livibreyð hjá nógvum. Miðlarnir kunnu eisini gera sítt. Eg kundi hugsað mær at hoyrt søgurnar um tey, sum eru í vinnuni og sum royna at liva av henni. Hvat halda tey um, at so stórur dentur verður lagdur á, at fótonglar skulu leggjast fyri lívsgrundarlagi teirra?

 

 

 

Burðardygg leið
Sjálvandi skal ferðavinnan vaksa burðardygt. Tað er umráðandi. Úti í Mykinesi vitja nógv fleiri nú enn fyri bara fáum árum síðani. Summarmánaðirnar frá mai til august hava í miðal verið beint oman fyri 170 fólk í oynni um dagin. Í juli mánaði, tá ið vitjanirnar eru flestar í tali, eru eini 260 fólk í Mykinesi um dagin. Har og aðrastaðni kunnu viðurskiftini skipast. Men tað er kortini ikki ókent, at eitt sindur av fólki er í Mykines bygd í senn. Nærum 200 fólk búðu í bygdini fyri øld síðani. Nú búgva 17.

Tað, at vit menna ferðavinnuna úti um landið, hevur nógv at siga. Og at kommunurnar nú kunnu fáa pengar at bøta um viðurskiftini, er eitt gott stig. Samfelagsliga er tað neyðugt, at vit hava umsorgan fyri náttúru og fuglalívi og samstundis menna tilboðini til ferðafólkini.

 

 

Vinnupolitiskt er avgerandi neyðugt, at vit geva hvørjum einstøkum persóni møguleika at vinna sær pening burtur úr ferðavinnuni, og tí er eisini neyðugt, at vit halda okkum burtur frá at seta forðingar upp, áðrenn vinnan veruliga hevur lyft seg uppfrá.
Størsta avbjóðingin við ferðafólkum í Føroyum er tí ikki, at tey gerast fleiri. Avbjóðingin er at síggja tey sum ein spennandi møguleika heldur enn ein trupulleika. Øll eiga at leggja seg eina við, at ferðavinnan kann gerast okkum ein dygg inntøka. Fyrsta fortreytin fyri, at hetta kann gerast veruleiki, er, at vit hava rætta hugburðin. Tá fáa vit fullan ágóða av øllum tí, sum ferðavinnan hevur at bjóða.

Latið okkum standa saman um ferðavinnuna og við røttum ryggi bjóða ferðafólkum vælkomnum. So tey kenna seg væl, og so tú gevur ferðafólkum jaligar upplivingar í Føroyum - á sama hátt, sum tínar upplivingar vónandi eru góðar, tá ið tú ferðast í onnur lond.

 

 

Høgni Reistrup


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her