Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.01.2019 (08:14)

Ferðamaður saknaður í Fugloy – fara nú at leita

Bjargingarlið gera seg nú klár til at fara í fjøllini í Fugloy at leita eftir einum ferðamanni, sum hevur verið saknaður síðani í gjár. Hann var komin til Fugloyar við tyrluni í gjár og skuldi inn aftur við Rituni seinni um dagin.

 

Men hann var ongastaðni at síggja, tá ið Ritan fór og bygdarfólkið boðaði sostatt løgregluni frá. Í gjár vóru ikki líkindi at fara at leita, men bjargingarlið hava brynja seg til at fara í fjølini í morgun.

 

Løgreglan sigur, at tað verður hvørja løtu, at farið verður at leita, bæði við fólki, hundum og við tyrlu. Tey vita ikki, hvaðani maðurin er, ella, hvussu gamal hann er. Tey siga eisini, at tað er ikki óvanligt, at fólk leggja seg í tjald í fjøllunum, uttan at siga frá og tey vita ikki um talan er um tað, í hesum føri.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her