Ferðamannskip verður sleipað í havn

Bjargingartyrlur eru givnar við at flyta ferðafólk av ferðamannaskipinum Viking Sky, meðan skipið verður ført í havn.

Norskar bjargingartyrlur eru givnar við at flyta fólk av ferðamannaskipinum »Viking Sky«, sum liggur uttan fyri norsku vesturstrondina. Skipið verður ístaðin sleipað í havn.

 

Ferðamannaskipið kemur í róligari farvatn, nú tað nærkast Moldefjørðinum, skrivar Hovedredningscentralen for Sydnorge á Twitter.

 

Tveir sleipibátar – ein frammanfyri og ein aftanfyri – eru við at sleipa neyðstadda skipið móti landi við 7 míla ferð, um 13 kilometrar um tíman.

 

463 fólk eru flutt av skipinum við trylunum. Skipið misti motormegina seinnaparitn í gjár klokkan 14. Tá var skipið í ringum ódnarveðri. »Viking Sky« var í gjár bara 100 metrar frá at renna á land.

 

Í nátt fingu tey tríggjar av teimum fýra motrunum í gongd aftur.

 

Tyrlur hava í alla nátt flutt ferðafólk av skipinum.

 

Skipið hevði 1373 fólk við. 915 teirra eru ferðafólk.

 

Av teimum ferðafólkunum er 17 flutt á sjúkrahús. Hjá trimum teirra er støðan álvarslig.

 

Ætlanin er, at skipið skal sleipast til Molde Havn. Tað er fyrr mett, at tað kann taka fleiri tímar at fáa skipið í Havn.

 

Tey ferðafólkini, sum eru flutt av skipinum, vóru sambært átaksleiðaranum hjá Reyða Krossi, Trond Inge Larsgård, sjokkerað, tá tey komu í land.

 

– Nógv teirra eru traumatiserað av tí, sum tey hava upplivað, og teimum tørvar, at tað veður tikið sær væl av teimum, tá tey koma í land, sigur hann.

 

/ritzau/NTB