Ferðavinnan og fiskivinnan veksa

Fiskur, ferðafólk, ráðgeving, vælvera og yoga sermerkja nýggju partafeløgini.


Átta nýggj partafeløg eru sett á stovn í seinastu viku. Enn eitt fiskivinnufelag og eitt ferðavinnufelag eru sett á stovn, og tvey ráðgevarafeløg, sambært yvirlitinum á bl.fo.

 

Tað er Knút Hammer í Vági, sum hevur stovnað smápartafelagið Celeste, sum skal reka fiskivinnu. Á Argjum hevur Tummas Andrias Rubeksen stovnað eitt smápartafelag, sum skal reka ferðavinnu.

 

Teknistovan í Runavík og EM Ráðgeving í Norðragøtu hava stovnað partafefelagið FORMO. Eyðun Petersen úr Saltangará er stjóri og nevndarlimur. Elias Jákup Hansen úr Syðrugøtu er nevndarlimur og Magni Thomsen av Skála er nevndarformaður. P/F FORMO skal reka ráðgevaravirksemi innan byggivinnu og annað virksemi í hesum sambandi. -Fyrrverandi fíggjarstjórin í Bakkafrost, Gunnar Nielsen, hevur eisini stovnað eitt felag, sum skal fáast við ráðgeving.

 

Lis Helgadóttir og Hildur Eyðunsdóttir hava stovnað og eru stjórar í íverksetarafelagnum Yogasentrið, sum skal reka ein yogasal.

 

Annars eru feløg stovna innan vælveruvirksemi, design og klædnahandil.