Ferðavinnan skal út í hvønn krók í Grønlandi

- Vit vilja hava ferðafólk út til minstu býir og bygdir, soleiðis at eisini lokala fólkið kann fáa nakað burtur úr - við fleiri arbeiðsplássum og fíggjarligum fyrimunum, sigur stýrisforkvinnan í Visit Greenland, Annette Lings

Visit Greenland hevur gjørt eina nýggja ferðavinnuætlan, sum skal menna grønlendsku ferðavinnuna, soleiðis at vinnan kann kasta av sær allastaðni kring landið.

 

- Við at draga ferðafólk út til smærru býirnar og bygdirnar ber til at styrkja lokalu økini fíggjarliga, samstundis sum arbeiðspláss verða skapt, sigur stýrisforkvinnan í Visit Greenland, Annette Lings.

 

Undir yvirskriftini "Grow Greenland - Ferðavinna til gagns fyri alt landið" miðjar Visit Greenland eftir, at fyrimunirnir við ferðavinnu kunnu røkka út í hvønn krók í samfelagnum.

 

Talan er eitt nú um at gera betringar í samferðslukervinum, gistingarmøguleikunum og umstøðum annars, sum kunnu gagna bæði ferðafólki og teimum lokalu.

 

- Vit vilja, at eisini lokala fólkið fær nakað burtur úr, sigur stýrisforkvinnan, Annette Lings, við Sermitsiaq.

 

Nýggjar floghavnir verða bygdar í Nuuk, Ilulissat og Qaqortoq, og tað er ikki minst í hesum sambandi, at Visit Greenland ynskir at bøta um umstøðurnar hjá teimum lokalu at fáa meira burtur úr ferðavinnuni.

 

- Vit skulu hava eina strategiska marknaðarføring, sum skal skumpa ferðavinnuna út um alt landið, sigur Annette Lings, sum heldur, at tað júst nú er møguligt at skipa eina ábyrgdarfulla framtíð fyri ferðavinnuna í Grønlandi.

 

Búskaparligur vøkstur er týdningarmikil, men møguleikarnir við ferðavinnuni røkka eftir hennara tykki nógv longur enn tað.

 

- Vit síggja eisini ferðavinnuna sum ein góðan møguleika at varðveita okkara mentanararv, skapa lokal arbeiðspláss og menna undirstøðukervið í Grønlandi, sigur stýrisforkvinnan í Visit Greenland.