Leita á in.fo

Barbara Holm 07.08.2018 (11:37)

Ferðsluóhapp á Argjum

Fólk í høvuðsstaðnum hava ivaleyst varnast, at bæði sjúkrabilar og løgreglubilar fóru í fullari ferð út á Argir fyri løtu síðani.

 

 

Av løgreglustøðini verður sagt, at orsøkin er eitt ferðsluóhapp. Tað er ein bilur, sum hevur verið fyri óhappi, og tvey fólk vóru í bilinum, sum var í ferðsluóhappi á Glyvursvegi á Argjum.

 

 

Óhappið hendi fyri løtu síðani. Ferðslan varð tarnað eina løtu, men nú er bilurin tikin av vegnum. Kvinnurnar, sum vóru í bilinum, vórðu sendar til kanningar á Landssjúkrahúsinum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her