fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 10.01.2017 (14:02)

Ferðsluóhapp í Hoyvík

Tíðliga seinnapartin rendu tveir bilar saman í rundkoyringini har Hvitanesvegur og Vegurin Langa møtast upp í Hoyvík. Løgreglan kom á staðið um hálvgum tvey tíðina við tveimum bilum.

 

Eingin persónsskaði hendi í samanbrestinum, men annar bilurin var sp illa farin, at hann mátti sleipast á verkstað.

 

Av løgreglustøðini í Havn siga tey, at enn var ikki greitt, hví ella hvussu bilarnir høvdu rent á hvønn annan.