Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (08:32)

Ferðsluóhapp í Hvalvík

Fyri eini lítlari løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Hvalvík og tað hevur við sær, at ferðslan er nakað tarnað. Tað vit vita, er, at tveir bilar eru stoyttir saman við omankoyringina til havnarlagið og at annar bilurin er farin útav. Tað er hent so nýliga, at løgreglan hevur heldur ikki yvirlit yvir støðuna, men bæði politibilar og sjúkrabilar eru á veg á staðið.

 

Sum tað sæst á myndini, vit hava frá einum lesara, varð ferðslan rættiliga illa tarnað av óhappinum.

 

Vit hava meiri seinni


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her