Tríggir bilar í ferðsluóhappi við Streymin

Fyri løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á vegamótinum við landsvegin við Streymin og innkoyringina til Norðskála

Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tað einasta tey á støðini vita er, at talan er um tríggjar bilar, sum hava verið í einum ferðsluóhappi. Hann sigur, sjúkrabilar eru sendir á staðið, og at onkur er á veg suður á Landssjúkrahúsið.

 

Á myndini sæst, at óhappið er hent við vegamótið á landsvegnum við innkoyringina til Norðskála.