Ferguson skurðviðgjørdur og komin úr koma

Fyrrverandi Manchester United-venjarin klárar nú at sita uppi og tosa við familju og vinir, skrivar Daily Mail.

 

Fótbóltslegendan Alex Ferguson er komin úr koma, og týðulig tekin eru um bata eftir akutta skurðviðgerð fyri heilabløðing.

 

Tað skrivar blaðið Daily Mail.

 

76 ára gamli skotin varð lagdur undir skurð leygardagin, og longu mánadagin var fyrrverandi Manchester United-venjarin førur fyri at sita uppi og tosa við familju og vinir, skrivar blaðið.

 

Ferguson skal tó liggja á vøkudeildini á Salford Royal Hospital uttan fyri Manhester nakrað enn.

 

Daily Mail skrivar víðari, at familja og vinir vita, at tað fer at taka tíð, áðrenn Ferguson er fullførur aftur.

 

Alex Ferguson var venjari hjá United frá 1986 til 2013, sum hann fekk at vinna 13 ensk meistaraheiti, fimm FA Cup-titlar, fýra ligacup-steyp og tvey heiti í Champions League.

 

Fyri tíðina sum venjari hjá Manchestar var Ferguson millum annað venjari hjá skotsku Aberdeen. Eisini har gekk tað sera væl hjá honum við fleiri meistaraheitum, steypavinningum og einum evropiskum sigri.

 

Øll hesi steypini og heitini gera hann til tann mest væleydnaða fótbóltsvenjaran nakrantíð í Stórabretlandi.

 

/ritzau/