Leita á in.fo

Mynd: Treysti

Annika Kunoy Im 11.08.2017 (23:45)

Festivalrenning í morgin

Í morgin skipa rennifelagið Treysti og Føroya Bjór fyri annarleiðis rennitiltaki á Summarfestivalinum.

 


Treysti skipar alla summarhálvuna fyri renni- og gongutúrunum Gakk og Renn, men  í morgin ári verður tiltakið nakað annarleiðis, tí Treysti samstarvar við Føroya Bjór og tí, at rennigin verður á sjálvum festivalinum.

 

 

 

- Vit byrja uttanfyri Føroya Bjór kl. 12, og renna síðani í gjøgnum festivaløkið, framvið KFUM og út í Oyrar. Eftir 15 minuttum venda øll við samstundis, og vit enda renningina aftur uttanfyri Føroya Bjór, har tey luttakandi fáa eitthvørt frá bryggjarínum, sigur Eilen Matras, ein av fyriskiparunum av tiltakinum.

 

Hon greiðir frá, at tá renningin byrjar kl. 12, er festivalurin ikki byrjaður, og tí er økið opið, og ikki er neyðugt hjá luttakarunum at hava atgongumerki til festivalin fyri at luttaka.

 

 

 

Treysti hevur fyrr skipað fyri renning á Summarfestivalinum, men hon hevur ikki verið í samstarv við nakran annan tá, men bert sum ein vanlig leygardagsrenning, greiður Eilen Matras frá.

 


- Øll kunnu vera við, og hetta er bæði tey, sum eru til gongu, við barnavogni og tey sum hava hug at renna. Vit vóna stóra undirtøku, tí hetta er ein annarleiðis renning og síðstu dagurin á festivalinum. Renningin kann tykjast sum ein upptakt til brakið í morgin, tá Toto skal spæla, flennir hon.

 


Hon veit ikki heilt, hvussu veðrið fer at verða í morgin kl. 12, men sigur at enn hevur Treysti ongantíð avlýst vegna veður.

 

 

- Man blívur ongantíð so vátur, at man ikki verður turrur aftur, sigur hon til endans. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her