Festligur lesari sendi hesa myndina

In.fo hevur í morgun biðið um myndir av illveðrinum. Í sambandi við eina grein um, at veðurmátingarnar hjá Landsverki í morgun søgdu upp í 45 m/s í støðum í landinum, heittu vit á fólk um at vísa okkum, hvussu veðrið er kring landið. 

 

Og so var tað ein festligur lesari, sum er farin í summarfrí. Hann sendi okkum hesa herligu myndina. 

 

Vit á redaktiónini takka fyri myndina av summarinum og ynskja fólki her heima í ódnarveðrinum og har úti sum sólin skínur, ein góðan dag :-)