Arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu er byrjað. Fyrireikingararbeiðið hevur verið í gongd í eina tíð, og í gjár, mikudagin 17. apríl, byrjaði arbeiðið at fresa/grava kaðalveitir í almennar vegir, og verður byrjað norðuri í Sørpum í Sandavági.
Tað er NET sum ger arbeiðið at leggja fiburnet til øll húsini í Vága kommunu.
Hetta skrivar Vága kommuna á vaga.fo.