Filadelfia í Havn skal hava nýtt tak

Og tí skipar samkoman fyri loppumarknaði, eydnuhjóli og hugnadeg

Og tí skipar samkoman fyri loppumarknaði, eydnuhjóli og hugnadegi í morgin.

 

Bygningurin við Landavegin er bygdur tíðliga í sjeytiárunum, og nú er takið so vánaligt, at tað má skiftast. Og tí skipar samkoman fyri hesum degnum fyri at savna pening til endamálið.

 

Filadelfia í Havn er ein av hvítusunnusamkomunum í Føroyum, og um 120 fólk hava sína gongd har.

 

– Allir lutir eru givnir til endamálið, og allir pengarnar fara óskerdir til at skifta takið, siga fyrireikararnir.

 

Tiltakið í Filadelfia í morgin er frá klokkan 10 til klokkan 16.