Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 11.08.2017 (14:16)

Filmsbrot: Glað fólk í regni sungu og dansaðu

Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðaði framúr konsertir, nógv fólk og regn. Lagið var sera gott, hóast vætuna úr erva, og á pallinum spardu tónleikarar og sangarar seg ikki.


Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, sum spældi sína seinastu konsert á einari ferð, sum byrjaði á Vágsbøi fyri tveimum árum síðani. Lukas Graham gav føroyingum alt, sum hann hevði, og var sera takksamur fyri móttøkuna, hann enn einaferð fekk í Føroyum.


Danny & The Veetos høvdu poppveitslu á Vágsbøi, og á hinum pallunum vóru konsertir við Konni Kass, Sámal Ravnsfjall, Olvheðin Jacobsen og Vincent.

 

Raclip hevur framleitt filmin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her