fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 13.11.2017 (17:10)

Filmshúsið skal nú hava ein leiðara

Vinnuframi søkir nú eftir dagliga leiðara til nýggja Filmshúsið. Filmshúsið hevur sum endamál at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu.


Í lýsingini verður nevnt, at nýggi leiðarin helst skal vera ein persónur, sum er útvendur, dugir at skapa og halda sambond og kann verða eitt gott andlit úteftir fyri Filmshúsið. Harumframt verður væntað, at viðkomandi hevur vitan innan filmsvinnu og/ella mentanarøkið sum heild, og dugir filmsmálið. Umsitingarligar, fyrisitingarligar og fíggjarligar royndir við mentanarligum stovnum, verkætlanum ella filmsframleiðslu kunnu verða ein fyrimunur.


Tað er eisini umráðandi, at viðkomandi dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samskifta og hevur góðar samstarvs- og samskipanarførleikar.


Talan er um eitt fulltíðarstarv og løn er sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið. Starvsstaður er í Sjóvinnuhúsinum í Havn og nýggi leiðarin skal byrja í starvinum 1. januar 2018 ella skjótast til ber. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð og freistin at søkja starvið er 1. desember 2017.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her