Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 08.11.2018 (22:27)

Filmurin um Ruth Smith frumsýndur sunnudagin

Sunnudagin 11. november verður frumsýning av heimildarfilminum Søgan um Ruth Smith, sum Árni Nicolajsen hevur leikstjórnað. 

Filmurin snýr seg um lívið, lagnuna og gátuføra deyða hennara. Ruth Smith var millum fremstu listafólk, og verður enn í dag mett sum Føroya fremsti koloristur.

 

Frumsýningin verður í Miðlatúni í Vági.

Almenna frumsýningin verður kl. 19 sunnukvøldið 11. nov. í Miðlatúni í Vági. Sýning verður eisini mánakvøldið kl. 19  í Miðlatúni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her