fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (10:34)

Fimm koyrdu ov skjótt

Løgreglan gjørdi í morgun ferðmátingar í Varðagøtu í Havn. Hetta er ein av gøtunum, har hámarksferðin kort síðani er lækkað niður í 30 km/t. Hetta er gjørt uttan fyri flestu skúlarnar í býnum.

 

Løgreglan hevur gjørt ferðmátingar har áður, men hava tá verið lagaliðir og einans givið fólki ávaringar og áminningar um, at nú er hámarksferðin einans 30 km/t og ikki 50 km/t sum áður.

 

Nú er náðitíðin so av. Í morgun vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Fýra teirra fingu klipp í kortið fyri at koyra yvir 46 km/t, meðan tann seinasti fekk eina treytaða frádøming fyri at koyra yvir 50 km/t.

 

Tað er so, at í slíkum sonum, har hámarksferðin er sett niður, eru mørkini fyri, nær ein fær klipp og frádøming eisini herd. Tí fær ein klipp longu tá ein koyrir meiri enn 16 km/t um skjótari enn loyvt og treytaða frádøming, um ein koyrir meiri enn 21 km/t skjótari enn loyvt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her