Fimm lond vera vertur fyri EM í hondbólti hjá kvinnum í 2026

Fyri fyrstu ferð skulu heili fimm lond hava vertsskapin fyri einum EM-endaspælið í hondbólti

Seinnu árini hava vit sæð, at tvey ella trý lond hava verið vertir fyri EM-endaspøl og HM-endaspøl hjá kvinnum og monnum í hondbólti.

 

Fyri fyrstu ferð vera heili fimm lond vertir fyri einum EM-endaspæli í hondbólti.

 

Tey sum stjórna evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF hava valt nú Russland ikki kann vera vertur fyri EM í hondbólti hjá kvinnum í 2026 at lata fimm lond vera vertir.

 

Tað vera Póland, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkaland, ið vera vertir fyri EM-endaspælið í 2026.

 

EM-endaspælið verður leikt í hesum býum: Oradea (Rumenia), Cluj-Napoca (Rumenia), Antalya (Turkaland), Brno (Kekkia), Katowice (Póland), og Bratislava (Slovakia).

 

Í 2028 vera tað Noreg, Danmark og Svøríki, ið vera vertir fyri EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum.