fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 13m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (21:05)

Fimm nýggj partafeløg

Vinnuskráin øktist nakað í farnu viku, tá fýra nýggj íverksetarafeløg og eitt nýtt smápartafelag sóu dagsins ljós. Harumframt vóru týðandi broytingar í nevndum og leiðslum, skrivar Business-Line.

 

Tey fimm nýggju feløgini eru:

ÍVF Rökk hjá Kirstin Vang, búsitandi í Keypmannahavn, sum skal reka virksemi við sosialum miðlum, myndatøku, ferðavinnu og branding.

 

ÍVF Vaskiskúrurin á Gørðum hjá Aleksander Nordenskjold Vilhelm úr Vági, sum skal handla við og leiga út fastogn.

 

Sp/f TVS Holding hjá Tummasi við Skipá úr Hoyvík, sum skal eiga og umsita ognir.

 

ÍVF 28.02.18 hjá Niklas Hansson og Reidar Luid, búsitandi í Keypmannahavn, sum skal reka virksemi við handli og tænastum.

 

ÍVF Finala hjá Sasho Bjartsson og Rana Jóhann Petersen úr Havn, sum skal fáast við framleiðslu av sjónbondum og grafiskum arbeiði.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni eru at síggja her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her