fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 09.08.2018 (17:31)

Fínasta festivalveður í kvøld

Tá ið Aqua trína á pallin í kvøld verður tað sannlíkt í fínasta veðrið. Danska DMI skrivar í forsøgn fyri dagin, at tað verður millum 10 og 15 stig í dag og at kalla eingin vindur. Skýggja og annars sólglottar, og turt. 

 

 

Í nátt verður somuleiðis turt og klárt fyri tað mesta, og hitin millum 5 og 10 stig. Tað er i kvøld, at Aqua framføra á Vágsbøi klokkan 22.00. Umframt Aqua spælir Jasmin í kvøld klokkan 20 í Tjaldinum. Og ta ið klokkan blívur 1 í nátt, fer bólkurin Joka á pall.

 

- Fyrsti sangurin hjá JoKa var á útgávuni Ung 85, og í 1986 kom JoKa við sínari fyrstu útgávuni. Á útgávuni vóru sangir sum »Torvatrøllið (Tit ræðast meg øll)«, »Barnið (Tú bar mær ta sól)«, »Ivast« og »Flúgvi eg til tín«. Onnur útgávan hjá JoKa kom í 1992, og tá løgdust sangir sum »Nú er veðrið gott« og »Stýr tær« afturat. Seinni var upprunabandið endurútgivið sum fløga, og tá vóru fýra nýggir sangir eisini tiknir við. Sangirnir hjá JoKa vóru stór hitt, og sangirnir liva framvegis væl og eru javnan at hoyra. JoKa var ongantíð veruligur live-bólkur, og teir høvdu bert fáar framførslur. Nú verður so høvið at hoyra JoKa við fullum útblástri á stóra palli á Summar Festivalinum, skrivar Summar Festivalurin. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her