Fípan Fagra fyri fjórðu ferð

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Í dag var kappingin heilt stór frá Sílinum, sum av álvara bjóðaði av eftir kolldømingina

Leygardagurin fyri einari viku síðani var øgiliga keðiligur hjá 17 – 18 ára gomlu dreingjunum umborð á Sílinum. Teir vóru á jóansøku og ætlaðu sær av álvara at bjóða favorittunum umborð á Fípuni Føgru av. Men soleiðis lagaði tað seg als ikki. Sílið sá reyða kortið, tí dómarin metti, at havnardreingir høvdu róð skeivt, og so vann Fípan Fagra sera sannførandi sigur.

 

Í dag er kappróður á varmakeldustevnu í Fuglafirði, og í dag bjóðaði Sílið av álvara favorittunum úr Klaksvík av. Sílið var fyrsta partin av róðrinum fremstur. Tá ið hálvt málið var rógvið legði Fípan Fagra upp á síðuna av Sílinum, og so lógu bátarnir báðir borð um borð fram til, at tað restaðu 100 metrar. So munaðu tøkini hjá Fípuni Føgru meiri, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Fípan Fagra ein stóran skut undan Sílinum. Fípan Fagra hevur fult stigatal og er stórfavorittur at vinna FM.

 

##med2##