Firtin viðhaldsfólk savna pening til Pippi

Fleiri enn 2.000 hollendsk viðhaldsfólk hava savnað 150.000 krónur fyri at stuðla leikarum, sum vóru børn í Pippi Smokkulegg-røðini

Fleiri enn 2.000 hollendsk viðhaldsfólk hava savnað 150.000 krónur fyri at stuðla leikarum, sum vóru børn í Pippi Smokkulegg-røðini.

 

Tað skrivar blaðið Aftonbladet.

 

Ella rættari til teir sjónleikarar, sum fyri 50 árum síðani fingu lív í klassikaran hjá Astrid Lindgren í sjónvarpi og á filmi.

 

Inger Nilsson, sum spældi Pippi Smokkulegg, varð í síðstu viku spurd um barnaleiklutin í hollendska blaðnum AD.

 

Ein partur av samrøðuni snúði seg um gjald fyri endursendingar og dvd-sølu av klassisku røðini frá 1969 og tríggjar filmar frá sjeytiárunum.

 

Inger Nilsson og felagar hennara Pär Sundberg og Maria Persson, sum spældu vinirnir hjá Pippi, Tommy og Annika, hava ikki fingið tað allar minsta burtur úr teimum pengum, sum framleiðslan hevur givið síðani tá.

 

Hetta fekk sinnið í kók hjá hollendskum fjepparum, sum tí skjótt fóru at savna inn á netinum, sum í skrivandi stund hava savnað saman 150.000 krónur.

 

– Tá eg hoyrdi um innsavningina, gjørdist eg illa til passar og vreið, sigur Inger Nilsson við Aftonbladet og heldur fram:

 

– Eg eri ikki eitt offur og kenni ongan skom, ella at eg er misnýtt.

 

Hon heldur, at hollendski journalisturin legði ov stóra vekt á lønarupplýsingarnar, tí hann og nógv onnur halda, »at vit ikki gjørdust stinkandi rík« av at spæla við í Pippi Smokkuleggi.

 

– Vit fingu øll pengar. Men avtalur um royalties og so víðari var als ikki uppfunnið tá, sigur hon.

 

Inger Nilsson er tó ikki so ill um hetta longur. Hon heldur, at hetta vísir, at tey nógvu, sum vilja lata teimum pengar helst vilja viðurkenna framførsluan sum gentan úr Villingarváli.

 

Inger Nilsson vissar Aftonbladet um, at hon og hennara gomlu starvsfelagar eru samd um, at pengarnar skulu fara til eitt gott endamál.

 

Umframt at gerast kend í Norðurlondum hava filmirnir og sjónvarpsrøðinar um Pippi Smokkulegg fingið kultstøðu í bæði Hollandi og Týsklandi.

 

/ritzau/