Firvaldur er meistari

Genturnar úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hava í dag tryggjað sær FM heitið í kappingini millum 5-mannafør við gentum

Tað endaði soleiðis, sum tað hevur gjørt allar tær fimm undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið 5-mannnaførini við gentum kappaðust í Vestmanna ídag.

Firvaldur vann, og harvið hevur Firvaldur endurvunnið FM heitið, sum tær av Tvøroyri vunnu í fjør.

 

Tað er synd at siga, at tað gongur væl at leggja bátarnar. Nú klokkan nærkast hálvgum fimm, er tann fyrsta av kappingunum av í FM róðrunum, sum hava verið á skránni í alt summar.

 

Starturin var ikki góður hjá Firvaldi, sum í startspurtinum ikki var millum tríggjar teir fremstu bátarnar. Tá vóru tað Báran, Falkurin og Drekin, sum stóðu seg væl. Smátt um smátt fann Firvaldur flogið. Tá ið teinurin var hálvrógvin, var Firvaldur fremstur, og síðani var tað bara ein spurningur um, hvussu tryggur sigurin fór at verða.

Tá ið Firvaldur fór um málið, var fjarstøðan aftur til næsta bátin næstan tvær bátslongdir. Higartil í ár hevur Falkur verið næstfremstur. Soleiðis var tað ikki ídag. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag átti rimmar endaspurt og vann seg framum Falkin og hinar avbjóðararnar.

 

Firvaldur 05.42.05

Drekin 05.46.09

Falkur 05.47.18                

Báran 05.48.23             

Sílið 06.00.17

Havfrúgvin 06.01.19

Royndin Fríða 06.05.03

8  Hulda 06.07.13

Beinta 06.10.21

10 Pílur 06.11.23

11 Kollur 06.20.18                 

 

Støðan

1 Firvaldur 42

2 Falkur 33

3 Drekin 28

4 Báran 24

5 Havfrúgvin 15

6 Hulda 10

7 Beinta 5

8 Sílið 4

9 Svalan 2

 

10 Pílur 1

11 Royndin Fríða 1