Firvaldur fleyg undan lotinum

Tær av Tvøroyri hava møguleika at vinna FM á vestanstevnu

Tað var soleiðis, sum tað hevur verið fýra tær undanfarnu ferðirnar í summar, tá ið 5-mannaførini við gentum kappaðust á Skála, har tað í dag er fjarðastevna.

 

Firvaldur av Tvøroyri fleyg avstað, og so sóu hinar manningarnar einki aftur til tær av Tvøroyri. Firvaldur økti støðugt um munin aftur til hinar. Á málinum vóru tað tríggjar bátslongdir aftur til teir næstu.

Sigurin ber við sær, at Firvaldur nú hevur 35 stig. Tað er sannlíkt, at FM heitið verður staðfest á vestanstevnu í Miðvági.

 

Eina løtu var stór kapping um næstfremsta plássið millum Drekan og Falkin. So munaðu tøkini hjá Drekanum betri, meðan Falkurin at enda ikki megnaði at varðveita bronsuplássið, sum Pílur vann.

 

1 Firvaldur 05.10.38

2 Drekin 05.16.48

3 Pílur 05.19.28

4 Falkur 05.21.21.

5 Kollur 05.21.41

6 Hulda 05.22.05

7 Beinta 05.23.41

8 Báran 05.26.10 

9 Royndin Fríða 05.33..16

10 Fenja 05.40.02

 

FM støðan

1 Firvaldur 35

2 Drekin 30

3 Pílur 18

4 Falkur 17

5 Hulda 13

6 Beinta 11