Firvaldur heldur fram

FM vinnarin í fjør legði seg við sigri á norðoyastevnu í oddin í FM kappingini

Tað tykist framvegis at vera soleiðis, sum tað var í fjør. Tá var Firvaldur av Tvøroyri føroyameistari í kappingini millum gentur í 5-mannaførum.

Í dag var fyrsti róðurin í ár á norðoyastevnu, har líkindini at rógva kapp eru heilt góð.

 

Firvaldur fleyg avstað, og so var einki at rafla um. Tvøragentur vóru fremstar allan teinin, og á málinum vóru tær meiri enn eina bátslongd undan teimum næstu.

Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt. Fleiri vóru um boðið. So við og við legði Drekin hjá Havnar Róðrarfelag hinar bátarnar aftur um seg.