Leita á in.fo

Danjal av Rana 15.03.2019 (13:22)

Fiskaútflutningurin er tvífaldaður seinastu 10 árini

Russland er tað landið, vit útflyta nógv mest til. Í fjør seldu vit fiskavørur til Russlands fyri nærum 2 milliardir krónur, og er tað meir enn ein fjórðingur av øllum útflutninginum av fiskavørum.

 

Tilsamans útfluttu vit fiskavørur fyri 7,5 milliardir krónur í fjør, og er tað 900 milliónir krónur minni enn í 2017. Hetta er sera stór minking, men tað skal eisini samanberast við, at undanfarnu 2 árini vaks útflutningurin av fiskavørum 1,7 milliardir krónur.

 

Eftir keyparalondum var størsta minkingin til Týsklands við 539 milliónum krónum, til Russlands við 396 milliónum krónum og til Niðurlond við 270 milliónum krónum. Hinvegin vaks útflutningurin til Kina við 184 milliónum krónum og til Danmarkar við 135 milliónum krónum.

 

Hyggja vit 10 ár aftur, hava vit havt ein støðugan vøkstur í útflutningsvirðinum øll árini, og í 2018 seldu vit fiskavørur fyri 3,8 milliardir krónur meira enn í 2009. Tað er meir enn ein tvífalding í virði.

 

Í nøgd er vøksturin minni, hóast tað eisini hevur verið vøkstur flestu árini. Samlað er nøgdin vaksin 56% hesi 10 árini.

Russland er tað landið, vit útflyta nógv mest til. Í fjør seldu vit fiskavørur til Russlands fyri nærum 2 mia. kr., og er tað meir enn ein fjórðingur av øllum útflutninginum av fiskavørum.

 

Vit útflyta næstmest til Bretland, og var útflutningurin hagar 835 mió. kr. í 2018, sum er 11% av samlaða fiskaútflutninginum.

 

USA, Danmark og Kina keypa hvør áleið 9% av fiskinum vit útflyta.

 

Útflutningurin til Russlands gjørdi eitt ordans lop í árunum 2011 til 2014. Í 2014 var fyrstu ferð, at Russland var størsta útflutningslandið, tá 16% av fiskavørunum fóru til Russlands. Trý ár frammanundan fóru bert 3% til Russlands.

 

í 2018 var laksur 58% av fiskinum, sum fór til Russlands, meðan restin í stóran mun var sild og makrelur.

 

Útflutningurin til Kina vaks eisini í sama tíðarskeiði, úr 2% upp í 6%, og í fjør uppí 9%. Her vóru góð 80% laksur í 2018.

Sum partur av samlaða fiskavøruútflutninginum, er útflutningurin til Bretlands og Danmarkar minkaður seinastu 10 árini, tó er ikki talan um minking í virði.

 

Toskur var ein triðingur av útflutninginum til Bretlands, og ein annar lítil triðingur var laksur.

 

Til Danmarkar var útvið helvtin laksur.

 

Útflutningurin til USA hevur ligið millum 7 og 12% hesi 10 árini, og í virði er útflutninguin av fiskavørum til USA vaksin úr 300 mió. kr. uppí 700 mió. kr. - 95% av útflutninginum til USA er laksur.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her